
Almanna- og Mentamálaráðið hevur nú kunngjørt, hvør tað er, ið skal avloysa Edvard Heen sum stjóra í Almannaverkinum 1. juni 2025.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen sum komandi nýggjan stjóri fyri Almannaverkið.
Hjørdis S. Mortensen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat eina samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen, skrivar ammr.fo.
Hon hevur eisini royndir hjá stovinum og innanfyri leiðslu.
- Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, harav fleiri ár sum leiðari. Seinasta árið hevur hon verið stjóri fyri trivnaðardepilin.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar, sum longu eru settar út í kortið, og sum í stóran mun snúgva seg um at sameina trivnaðardepilin og viðskiftadepilin, staðfestir Almanna- og Mentamálaráðið.
Seks umsóknir vóru til stjórastarvið í landsins samanlagt størsta stovni.
Sí eisini: Seks fólk vilja avloysa Edvard Heen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald