Uttanlands

Hjørring kannar allar eldri borgarar

Kommunan leitar hjálp í grannakommunum at manna røktarheimini eftir fleiri tilburðir millum eldri

15 búfólk eru smittað á Vendelbocentret í Sindal - 31 starvsfólk eru sett í sóttarhald (Mynd: Google)

15 búfólk eru smittað á Vendelbocentret í Sindal - 31 starvsfólk eru sett í sóttarhald (Mynd: Google)

2020-06-22 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hjørring kommuna í Norðurjútlandi sendi í dag 20 bilar út til 3.000 eldri, ið búgva heima, fyri at kanna tey fyri koronavirus.

Hetta fyri at kanna, um virussið gongur millum eldri í økinum. Hetta hendir eftir, at fleiri eldri fólk eru smittað á einum røktarheimi í Sindal, sum liggur beint eystan fyri Hjørring bý.

15 av búfólkunum á heiminum Vendelbocentret eru smittað – ein, ið hevði fingið smittuna, er deyður – og 31 starvsfólk eru send í sóttarhald.

Kommunan hevur nú sett eitt átak ígongd fyri at kanna bú- og starvsfólk á hinum røktarheimunum í kommununi.

Smittan er eisini funnin í trimum skúlum, og eisini eru 11.000 minkar á einum garði í økinum avlívaðir eftir at smittan varð funnin í djórunum.

Les eisini: Korona funnið á minkafarmi í Norðurjútlandi 

Eldri og sjúk, sum búgva heima og fáa hjálp frá kommununi hava higartil ikki verið umfata av kanningarátakinum, men verða tað nú.

- Vit fáa hjálp frá 20 læknalesandi, ið eru upplærd at pota. Og so hava vit 20 bilar við førara, sum frá mikudegnum fara at koyra út til tey eldru. Vit koma at testa borgararnar tvær ferðir, so tað ganga nokk tvær vikur, áðrenn vit eru komin allan vegin runt, sigur Leif Serup, stjóri fyri heilsu- og eldraumsorganini hjá Hjørring kommune við Ritzau.

Hann leggur dent á, at tað er upp til tey eldru sjálvi at gera av, um tey vilja lata seg kanna. Men hann vónar, at øll taka ímóti tilboðnum.

Hjørring kommuna hevur nú vent sær til grannakommunurnar, Frederikshavn og Brønderslev, fyri at fáa hjálp til at manna røktarheimini gjøgnum summarið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder