Danska matvørustýrið hevur funnið koronavirus í minki á einum garði í Norðurjútlandi. Allir minkarnir á garðinum skulu nú avlívast av trygdarávum.
Tað upplýsir matvørustýrið í tíðindaskrivi í dag.
Royndir vórðu gjørdar av 34 minkum eftir at ein persónur við tilknýti til garðin hevði fingið staðfest covid-19, skrivar dr.dk. Tað var um vikuskiftið, at illgruni varð til dýrini á garðinum.
Hetta er fyrstu ferð, at korona er staðfest í minki í Danmark, men í Niðurlondum hava tey staðfest korona á einum minkabrúki.
Nú skal ein strategi gerast fyri at finna útav, um aðrir minkagarðar í økinum kunnu vera raktir av smittuni.
Minkar, ið fáa korona, fáa álvarsligar trupulleikar við andradráttinum, og hetta kann elva til, at teir doyggja.
Smitta rakt røktarheim í Sindal
Norðurjútland, sum annars fyrr ikki hevur verið eins hart rakt, sum til dømis Keypmannahavnarøkið, hevur havt fleiri koronatilburðir seinastu tíðina. Eitt nú eru fleiri smittað á einum røktarheimi í Sindal nærhendis Hjørring.
Nýggjasta dagføringin á hesum heiminum sigur, at har eru 20 starvsfólk smittað og 14 búfólk. Harumframt eru 10 starvsfólk send heim við illgruna til smittu, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald