Uttanlands

Hjúnafelagin nú skuldsettur fyri drápið

Tom Hagen hevur antin dripið konuna ella verið við til tað, heldur norska løgreglan

Tom Hagen (Mynd: EPA)

Tom Hagen (Mynd: EPA)

2020-04-28 10:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska løgreglan fer á grundlógarhoyri í morgin at royna at fáa ríkmannin Tom Hagen fongslaðan í fýra vikur. Illgrunin snýr seg um, at maðurin nú er skuldsettur at hava dripið konu sína, Anne-Elisabeth Hagen, ella fyri at hava verið við til at dripið hana.

Tað upplýsti løgreglan á tíðindafundi í dag.

Illgrunin um at hjúnafelagin sjálvur hevur staðið fyri ella hevur skipað fyri drápinum er nú styrktur so nógv, at grundarlag er fyri at fáa hann fongslaðan, heldur løgreglan.

Á tíðindafundinum upplýsti løgreglan, at kanningararbeiðið hevur snúð seg um fýra møguleikar eftir at kvinnan hvarv á heysti 2018.

Antin at hon hevði verið fyri vanlukku ella sjúku, sjálv ynskti at hvørva, sjálvmorð ella at talan var um eina brotsgerð.

Norski politiovastin upplýsti, at so hvørt sum kanningararbeiðið fór fram, svunnu møguleikarnir fyri einum av teimum fyrstu trimum møguleikunum, og alt meira peikaði móti eini brotsgerð, og at Tom Hagen er tann, sum illgruni er um. Motivið verður mett at vera av fíggjarligum slag, varð eisini sagt.

Løgregluovastin upplýsti eisini, at alt bendir á, at illgrunin um, at hon varð burturflutt, alt meira vísti seg at vera ein villleiðing, sum Tom Hagen hevur skipað fyri. Eitt nú hóttanarbrævið, sum varð funnið heima hjá teimum, sum bendi á, at hon skuldi verið burturflutt.

Tom Hagen varð handtikin í morgun tá Tom Hagen í bili var á veg til arbeiðis frá heimi sínum í Lørenskog.

Les eisini: Stórt politistalið hevur handtikið Tom Hagen í morgun

Tom Hagen skal nú avhoyrast av løgregluni, og morgin verður hann stillaður fyri dómara við kravi um varðhaldsfongsling.

Løgreglan hevur eisini fingið heimild at sleppa at kanna bústaðin og aðrar adressur, sum hava týdning í kanningararbeiðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder