Hóast finalan í Ungum Virki, sum skuldi verða í SMS fríggjadagin 20. mars, bleiv avlýst vegna korona farsóttina, er nú vinnari av Ungt Virki 2020 funnin.
HÓ-Fish frá Miðnám í Suðuroy er kosin vinnari av Ungt Virki 2020. HÓ-Fish er virki, sum bjóðar heildarupplivingar innan ferðavinnuna. Upplivingarnar fevna um fiskitúrar við føroyskum bátum, hagreiðing av fiski og borðreiðing av fonginum.
Tilsamans 7 virkir frá Tekniska Skúla í Klaksvík, Glasi, Miðnám í Kambsdali og Suðuroy luttóku í sjálvari finaluni.
Ætlanin varð at hava finaluna í SMS 20. mars. Tað bleiv avlýst vegna korona sóttina. Í staðin blivu virkini mett við støði í virkisætlanini, og virkini fingu høvi at senda dómarunum eitt pitch, har tey kundu greiða nærri frá sínum virki.
Samlaða úrsliti gjørdist soleiðis, at vinnarin er HÓ-Fish úr Suðuroy, nummar 2 gjørdist Renovo frá Glasi, og nummar 3 gjørdist UllNorth frá Tekniska skúla í Klaksvík. Umframt hesi bleiv besta hugskot valt at verða FishWings frá Miðnám í Kambsdali.
Sera tætt varð millum fremstu plássini.
Í HÓ-Fish eru Helgi Ólavsson, Hjalgrím Fonsdal Højgaard og Tóra Debes.
Í Renovo eru Dávid Mikkjalsson Thomassen, Heiðrun Hammer Erlingsson, Ingrið J. Johannesen og Sandra Brimsvík. Renovo framleiðis mótaklæðir burturúr klædnarestum frá Bláa Krossi.
Í U11North eru Rutt Hjelm Gregersen, Bjørg í Norðnástovu, Oddvør Josephsen, Tóra Mohr og Jetta Svøðstein. UllNorth framleiðis kavadraktir, sum eru fóðraðar við ull av føroyskum seyði.
Besta hugskotið, FishWings, er mannað av Bergi Jákupsson Poulsen, Bárði Sóleyarson, Sonna Davidsen og Trygva Rúnason. FishWings framleiðir og selur reinskorin uggabein av fiski sum liðugtvøru.
HÓ-Fish fær kr. 5.000 frá Betri samtakinum og atgongd at luttaka í danska finalu umfarinum, sum varð 22. apríl. Støðið í donsku kappingini varð sera høgt í ár, og har megnaði HÓ-Fish ikki at komu í fremstu røð.
Nummar 2 og 3 umframt besta hugskot fáa eisini vinningar, sum Betri letur.
Ungt Virki er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika.
Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki.
Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a. Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, vinnulívið og miðnámsskúlar. Næmingarnir hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum, og fáa harumframt fíggjarligan stuðul frá Betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald