Met nógv ferðafólk, 424.281 í tali, fóru um Vága Floghavn í 2019 í mun til 377.813 ferðafólk árið frammanundan. Men raksturin hongur ikki saman.
- Um búskaparligu gongdina í árinum kann annars sigast, at hon ikki var rættiliga nøktandi, hóast bruttoúrslitið vaks úr 35.073 t.kr. upp í 41.960 t.kr., tí rakstur felagsins í sjálvum sær ikki hekk saman, skrivar Vága Floghavn í tíðindaskrivi.
- Orsøkin til, at samtaksroknskapurin kortini hevði avlop var, at dótturfelagið, P/F Duty Free, hevði slakar 17 milliónir í avlopi. Atlantic Airways og Vága Floghavn eiga Duty Free í felag við hvør sínari helvt, og ávirkar úrslit felagsins tí ársúrslitini hjá báðum feløgum lutfalsliga.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vága Floghavn sigur, at tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri Vága Floghavn ár undan ári at hava nøktandi rakstrarúrslit, tí krøvini til flogvøllir í Europa verða støðugt herd í hesum tíðum, serliga viðvíkjandi útbúgving, starvsfólki og útgerð. Umframt hetta er íløgutørvurin sera stórur, og eisini hetta setur krøv til góð úrslit.
- Fram til 10. mars 2020 hækkaði ferðafólkatalið við 10,5% samanborið við sama tíðarskeið í 2019, men eftir hetta er ferðslan so at siga steðgað. Orsøkin er sum kunnugt avbjóðingin við alheimsfarsóttini covid-19, og tað er sera trupult at meta um, hvussu 2020 fer at hilnast, men útlitini eru ikki góð, hvørki fyri Vága Floghavn ella føroyska ferðavinnu sum heild. Fyri at tryggja haldføri felagsins hevur Vága Floghavn sett tiltøk í verk, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Á aðalfundinum í dag vóru Uni Danielsen og Janus Rein valdir í nevndina, meðan Birita Sandberg Samuelsen og Gunn Hanusardóttir Møller vórðu afturvaldar. Nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald