Í 18 ár hevur verið skipað fyri marathon renning í Havn, eitt tiltak, sum hevur vaksið seg alsamt størri og størri, nú eisini við stórum útlendskum áhuga.
Men í ár er Tórshavn Marathon avlýst vegna korona.
Men kortini ætlar Ítróttafelagið saman við Tórshavnar kommunu at fáa so nógv fólk út at renna sum møguligt sunnudagin 7. juni. Tá verður skipað fyri tiltakinum Føroyar Renna. Soleiðis skrivar Bragdið um tiltakið, sum byrjar sunnudagin 7. juni kl. 13:
Renn ella gang 5 kilometrar, 10 kilometrar, hálvt marathon ella okkurt heilt annað, líka mikið hvar í Føroyum tú ert. Vit renna saman hvør sær.
Føroya einasta marathon – og ársins renniveitsla – sum seinastu 18 árini hevur verið í Havn, er avlýst, men vit vilja so fegin, at øll skulu fáa eina renni/gangi uppliving hóast tað. Nógv hava vant miðvíst og nú sleppa tit at royna tykkum. Hevur tú ikki vant, ert tú sjálvandi eisini vælkomin við tá Føroyar renna.
Meldið til inni á renn.fo, undir tilmelding. Tað er ókeypis at luttaka, men tá tú meldar til hevur tú møguleika at stuðla Krabbameinsfelagnum.
Tú rennur teinin, tú hevur valt og skrásetir tíðina inni á renn.fo. So kemur tú á úrslitalistan og fært heiðursmerki.
Minnist til at halda heilsutilmælini frá mynduleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald