Innanlands

Høg ferð í Suðuroy

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið í gjár fyri at koyra nógv ov skjótt

2024-10-31 07:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan gjørdi ferðslumátingar í Suðuroy í gjár, og avdúkaðu tveir bilar, sum koyrdu væl oman fyri ferðahámarkið.

Ferðamátingarnar vórðu gjørdar í Øravík og Trongisvági, og teir báðir bilførararnir, sum fingu klipp í koyrikortið, vórðu mettir at koyra 106 og 102 kilometrar um tíman.

Ferðsluløgreglan hevði eisini eitt málrættað átak í Havn í gjár. Her vóru tveir bilførarar avdúkaðir fyri at koyra meðan teir tosaðu í handhildna telefon. Teir fáa klipp í koyrikortið. Ein bilførari hevði ikki bundið seg í seðlarnar, hann fær bót, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.

Ein persónur fekk eisini bót í gjár fyri at hava brotið seg móti skilhaldsreglunum. Hann vísti ólátaðan atburð í Steinatúni í Havn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder