
Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 23 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í gjár vann umdystin um FM-heitið í talvi móti 36 ára gamla Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag.
Teir báðir endaðu javnir fremst í landsliðsbólkinum í árligu FM-einstaklingakappingini, sum Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri á Skúlatrøð í dimbuldagavikuni.
Fyri tólvtu ferð hesar hálvthundrað ferðirnar, at telvað hevur verið um FM-heitið í einstaklingstelving í nýggjari tíð, mátti umdystur til. Og tað bleiv av sonnum ein rættur glymur dansur í høll.
Fyrst vórðu tvey kviktalv á skránni. 25 minuttir í part umframt nøkur sekund fyri hvønn fluttan leik. Høgni vann sannførandi fyrra talvið við hvíta fólkinum.
Í seinna talvinum spenti Martin seg út. Hann hevði Høgna í trongstøðu, fekk hann at hugsa leingi, so at hann eisini varð trýstur á klokkuni, og í uppbýtisskiftinum úr miðtalvi í endatalv, lá Martin brádliga omaná, og restin var teknikkur.
Dramatisk snartelving
Nú var 1-1, so farast mátti undir snarkapping. Tríggir minuttir hvør. Kovboytelving við lít.
Høgni hevði hvítt í fyrsta talvinum. Brádliga misti Martin mann, men honum eydnaðist kortini at bíta saman tenn og stríðast av øllum alvi, og mín sann um hann ikki fekk talvið javnt kortini. Slíkt hendir bara í snartalvum.
Nú hevði Martin hvítt í seinna snartalvinum. Tað gjørdist eftir umstøðunum eitt frálíkt talv, áhugavert og spennandi og væl telvað, tá havt verður í huga, at báðir máttu flyta í skundi, tí at kalla eingin tíð var at umráða seg í.
Tað bylgdist livandi aftur og fram báðar vegir, eina løtu var líkt til, at Høgni hevði munin, so kom Martin afturíaftur og var kanska við yvirlutan, so fann Høgni aftur góðar leikir, brátt stóð hann við fyrimuninum aftur, ivaleyst avgerandi fyrimuni, men so togaði Martin seg aftur upp við hárrótunum, fann nøkur skák, sum fløktu støðuna so mikið, at eingin visti, hvønn veg alt vendi, brádliga kundi hann skáka hóttandi frífinnu av Høgna, at síggja til javnaðist støðan tá aftur til javnt endatalv, men nú høvdu báðir bara fá sekund eftir í part.
Martin leyp nú framav, helt seg fáa eina finnu aftrat, men hevði yvirsæð bøtandi frúgvaleik fyri síðsta skákinum, og tá var deyðin í durunum. Vit fingu tí ikki hitt ultimativa Armageddon-talvið, sum hesin umdysturin helst hevði uppiborð.
Høgni Egilstoft Nielsen (hm) og Martin Poulsen (vm) takka hvør øðrum fyri ein spennandi og harðan umdyst um FM-heitið. (Mynd: Esbern Christiansen)
FM-umdystur 2021
Kvikkappingin
Høgni - Martin 1 - 1
Snarkappingin
Høgni - Martin 1½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen 2½
Martin Poulsen 1½
Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag vann almenna bólkin. (Mynd: Esbern Christiansen)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/04/gallery-thumbnail/1617540358tadcj5cvqg.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald