Mentan

Høgni Lisberg í Reinsarínum í kvøld

Høgni Lisberg hevur Jan Rúna Poulsen og Knút Háberg Eysturstein við sær á pallin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-28 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld verður konsert á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn við Høvna Lisberg við bólki.

At Høgni eisini er væl umtóktur uttanfyri Leirvík, tað prógva løg sum “Bow Down”, ið hevur meir enn 3 milliónir spælingar á Spotify. Somuleiðis hevur hann havt sín tónleik í m.a. NBA telduspølum, Netflix røðum, bil- og klædnalýsingum.

Høgni skrivar sangir um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur. Tónlistarliga útferðin fer longri og djúpri við árunum, og hetta merkist  aftur í tekstum og tónleikaligu framgongdini.

Í samband við útgávuna “Within a Man”, vann Høgni ein FMA í 2021 sum ársins framleiðari. Av hesi útgávuni hava serliga løgini “Simple Man”, “On Your Side” og “Waiting for You” verið at hoyrt í útvarpum.

Men eitt er framleiðslur og útgávur. Nakað heilt annað er at uppliva Høgna live. Tá kanst tú vænta alt frá intimum og inniligum løtum, til at takið verður blást av Reinsarínum, tá Høgni skrúvar for frá, og orkan sprænir úr bólkinum.

Við Høgna á palli vera Jan Rúni Poulsen á trummum og Knút Háberg Eysturstein á tangentum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder