Innanlands

Høgni Mohr um Kringvarp Føroya: - Hvat hava tit gongd í?

Kendi føroyski rithøvundurin, Høgni Mohr, finnist hvassliga at Kringvarpi Føroya, sum ikki nevnir nýggju føroysku King James bíbliuna við einum orði

Høgni Mohr finst hvassliga at tíðindaflutninginum hjá Kringvarpi Føroya. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgni Mohr finst hvassliga at tíðindaflutninginum hjá Kringvarpi Føroya. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-16 10:35 Author image
Áron Vest
placeholder

Í farnu viku var útgávufundur í Løkshøll, Runavík, har onnur útgáva av føroysku King James Bíbliuni varð løgd fram av týðaranum. Týðarin er Sjúrður Højgaard, sum sambært honum sjálvum, í 16 samfull ár hevur arbeitt 5-7 tímar um dagin, við hesum arbeiði.

Í tí sambandi, hevur føroyski rithøvundurin, Høgni Mohr, sett spurnartekin við tíðindaflutningin hjá miðlunum og serliga Kringvarpi Føroya í hesum sambandi. Hann skrivar millum annað hetta, á sínun Facebook-vanga:

- So upprennur dagurin, at nýggja bíblian verður løgd fram fyri fólkið á almennum tiltaki í tí stórbæra stað, Løkshøll, í Runavík. Men har var bara ikki ein kjaftur frá miðlunum og dekkaði framløguna.

Víðari setur rithøvundurin spurnartekin við motivið hjá Kringvarpi Føroya.

- Er tað veruliga so, at um ein søgulig hending fær almennan dekning ella ei, er treytað av, hvør stendur aftan fyri ta aktuellu søguligu hendingina? Skal ein søgulig hending krógvast, tí mann kanska ikki dámar ella er samdur við høvuðspersónin, ið eigur tað mentanarliga avrikið? Er tað tað, sum er trupulleikin? Svarið er allarhelst og tíverri - ja.

"Mann fær næstan ikki gingið fyri kristindómi"
At Føroyar verða javnan umtalaðar sum eitt kristið land, kemur neyvan óvart á nakran, ið her býr. Tískil eru tað fleiri orsøkir til, at talan er um eina søgu, sum er tíðindaflutningsverdig. Tað ásannar Høgni Mohr eisini, í sínum lesarabrævi:
- Fyri tað fyrsta er Sjúrður Højgaard tann einasti bíbliutýðarin í Føroyum, sum er á lívi. Fyri tað næsta hevur Sjúrður týtt bíbliuna einsamallur maður. Fyri tað triðja ganga Føroyar fyri at vera eitt kristið land; bæði trúarliga og mentanarliga. Henda trúgvin úr miðeystri er vovin inn í alla møguliga lóggávu í landinum; eisini ta hjá almenna kringvarpinum. Fyri at siga, sum er: Mann fær næstan ikki gingið fyri kristindómi.

"Tørvur er á eini miðlanýskipan"
Høgni Mohr sigur tí, at tað er tørvur á eini miðlanýskipan. Hann kallar millum annað núverandi skipan við sosialt sjúka.
 - Tí má politiska skipanin fremja eina miðlanýskipan. Lat okkum byrja umaftur. Verandi sosialt sjúka skipan má eftir mínum tykki niðurleggjast. Alt má gerast av nýggjum. Hugvekjandi er, at um sama mundið, nýggja bíblian var floygd, sendi sjónvarpið innslag um ein einskildan ølfestival í Havn. Stívliga tríggir sjónvarpsminuttir eru um øl - men eingin um ta ráru hending, at nýggj føroysk bíblia er útkomin. Eg eri ikki ein teirra kristnu, og eg drekki ei heldur øl. Bæði fráhaldini eru óivað gagnlig fyri ein sjálvan og hini rundanum.

Harafturat sigur Høgni, at tað tykist honum sum um, at rein krystallkúla ger seg galdandi, tá Kringvarp Føroya soldar tíðindi til og frá.

Um kringvarpið hevði hirt at svarað hesi atfinning frá mær og øðrum, hevði tað mestur vart seg við, at hatta var eitt redaktionelt val; mann hevur valt at varpa ljós á hetta og ikki hitt. Sum um at mann er øgiliga klókur og hevur okkurt slag av krystallkúlu standandi á redaktørborðinum.

"KvF er blivið ein alment fíggjar leikvøllur fyri útvald"
Atfinningarnar enda ikki har. Hann sigur, at sambært hansara egnu royndum, so er hetta eitt tilvitað val hjá Kringvarpi Føroya. Til at enda við, sigur rithøvundurin soleiðis:

Eg skal heilsa og siga - bæði sum avvandur tíðindamakari og lurtari - at tað liggur hvørki krystall ella fakligur klókskapur aftan fyri slík redaktionell (frá)val. Sambært egnum royndum er hatta eitt heft, sosialt grundað frával av summum og tilval av nøkrum øðrum. KvF er blivið ein alment fíggjaður leikvøllur fyri útvald.

-- 

GG: Útsagnirnar eru tiknar beinleiðis úr tí, sum Høgni Mohr skrivar á sínum egna Facebook-vanga.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder