Høgni vísir á Aksel

Ið hvussu so er tveir av stóru flokkunum hava frammanundan víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, nú ið nýggj samgonga skal skipast. Nú hevur Tjóðveldi eisini víst á Aksel, og sostatt tykist sannlíkt, at vit vita, hvør verður samráðingarleiðari

Frammanundan hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, nú ið nýggj samgonga skal skipast. Nú hevur Høgni Hoydal vegna Tjóðveldi gjørt tað sama. (Mynd: Sverri Egholm)

Frammanundan hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, nú ið nýggj samgonga skal skipast. Nú hevur Høgni Hoydal vegna Tjóðveldi gjørt tað sama. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 10:33 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Í morgun er formansumfar í løgtinginum, har formenninir í politisku flokkunum siga løgtingsformanninum, hvønn teir peika á sum samráðingarleiðara, nú ið nýggj samgonga skal skipast.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava frammanundan víst á Aksel V. Johannesen, og tað hevur Tjóðveldi nú eisini gjørt. Tjóðveldi hevur havt eitt gott samstarv við verandi andstøðuflokkar, og tað er eitt gott boð upp á eina sterka samgongu.

Annars kann Aksel Johannesen eisini kalla teir flokkar inn, sum hava víst á hann sum samráðingarleiðara og vita, um tað gevur nakað grundarlag fyri einum samgongusamstarvi.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, vildi ikki siga, hvønn ið hann vísti á, men bara, at tað var tann, sum gav flokkinum besta møguleikan at koma í samgongu.

Men nú tykist alsamt meiri sannlíkt, at tað verður Aksel V. Johannesen, sum verður samráðingarleiðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder