Innanlands

Hol sett á at gera 91 nýggj grundøki í Klaksvík

Í morgun fór nýggja útstykkingin á Fossum í gongd

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-06-18 13:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja útstykking á Fossum er nú farið ígongd. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið, at klárgera 91 nýggj grundøkir. Tað var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum settið 'spakan í', og harvið er dagurin í dag er eitt stórt stig í bústaðarbyggingini í Klaksvik.

Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum er 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.

Øll grundøkini verða útgvivin og gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.

Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár, eftir at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder