2023-05-22 10:43
Herborg Torkilsdóttir og Holgar Jacobsen góvu í gjár út eitt nýtt staklag.
Lagið, ið kallast "Blóman" er merkt av bygdakontri, og tað er Holgar, ið hevur skrivað.
Tónleikarar eru: Herborg Torkilsdóttir, sang; Holgar Jacobsen, gittarar og sang; Høgni Klakkstein, trummur; Pauli Magnussen, bass; Sebastián Hoch, munnharpa; Finnur Hansen, tangentar og kór.
Upptøkur hava Høgni, Finnur og Holgar staðið fyri. Holgar hevur lagt til rættis, og Finnur hevur ljóðblandað og mastrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald