Í dag hátíðarhalda hollendingar, at tað eru 160 ár síðani, at trælahald varð avtikið í landinum, og í sambandi við hátíðarhaldið varð røða borin fram av hollendska konginum Willem Alexander.
160 ár eru liðin, síðani trælahaldið formliga varð avtikið í Hollandi, men flestu støðini vórðu trælirnir noyddir at halda áfram við arbeiðinum á ymisku plantasjunum í 10 ár afturat. Trælahald varð sostatt í veruleikanum avtikið fyri 150 árum síðani, og ymiskt er, um fólk siga tað vera 160 ella 150 ár síðani.
Í mong ár hava fólk bíðað eftir umbering frá hollendska statinum, og í dag kom hon endiliga frá konginum.
- Tað er satt, at eingin livandi í dag hevur persónliga skuld í trælahaldinum. Men tann hollendski staturin hevur eina ábyrgd av øgiligu pínuni, sum trælahaldið bar við sær, bæði fyri teimum, sum vóru trælir, men eisini eftirkomarum teirra. Soleiðis segði kongurin millum annað í røðuni í dag.
Í fjør bað hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, um umbering fyri leiklut landsins í trælahandli og trælahaldi. Umberingin kom sum partur av eini størri frágreiðing um koloniala søgu í Vesturheiminum.
Serliga seinastu árini hevur verið varpað ljós á, at stór søvn, sum hýsa verkum hjá hollendsku listamonnunum Rembrandt og Vermeer, og søguligir hollendskir býir í stóran mun eru bygdir við miðlum, sum stava frá trælahaldi.
Gransking vísir, at forfedrar hjá Kongi Willem Alexander tjentu tað, sum svarar til fýra milliardir danskar krónur frá trælahaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald