Í kvøld var Kongshøll í Vinnuhúsinum á Vestara Bryggi karmur um seinasta valfundin undan løgtingsvalinum. Umframt nógvar valfundur av ymskum slag kring landið, hevur Kringvarpið skipað fyri trimum frammanundan hesum. Á Giljanesi, á Drelnesi og í Klaksvík,
(Kongshøll undir kjakinum um bústaðartrot - Mynd: Sverri Egholm)
Myndir frá veljarafundi í Kongshøll
Tað var ikki heilt fult í høllini, men áhoyrararnir fingu ein áhugaverdan og til tíðir heilt lívligan veljarafund - serliga var langa formansumfarið spennandi at fylgja, har hólmgongurnar settu sín dám á.
(Fleiri áhoyrarar nýttu høvið til at seta spurningar - Mynd: Sverri Egholm)
Tað byrjaði tó við einum kjaki í 45 minuttir um bústaðartrot. Umboðini úr flokkinum royndu at geva síni boð uppá at loysa hetta, ið millum annað støðugt vaksandi fólkatalið hevur verið við til at skapa. Kjakið var tó merkt av, at flokkarnir generelt høvdu heldur trupult við at seta orð á, hvat ítøkiligt skuldi gerast.
(Rigmor Dam varð greið í sínum málið um, at hetta er eitt sera átrokandi mál og ikki gott nokk - Mynd: Sverri Egholm)
Øll kundu staðfesta, at hetta var ein álvarsamur trupulleiki fyri samfelagið, men tað gjørdist í stóran mun eitt hugsjónarligt kjak: Skal tað almenna hjálpa nógv til? Skal tað privata loysa tað? Skal tað vera javnbýtt millum geirarnar? Miðflokkurin gjørdi greitt, at hann ynskir at seta ein almennan bústaðarbanka á stovn, men hetta tekur eingin av hinum flokkunum heilt undir við, uttan Rigmor Dam, ið partvíst var samd.
(Bill Justinussen vísti á, at ov lítið hevur verið gjørt við støðuna, og at ein bústaðarbanki er loysnin - Mynd: Sverri Egholm)
Luttakararnir til kjakið um bústaðartrot:
A: Christian Andreasen
B: Helgi Abrahamsen
C: Rigmor Dam
D: Jens Heri Bolstad Mortensen
E: Kristina Háfoss
F: Ruth Vang
H: Bill Justinussen
K: Hanus Vang
L: Árni Vitalis
(Arnfinn á Birtuni var til staðar í Vinnuhúsinum, men ynksti ikki at luttaka sum mótmæli móti KVF - Mynd: Sverri Egholm)
Formansumfarið varð skipað ørvísi. Átta floksformenn luttóku - Dan Klein umboðaði Framtakið. Hann segði stutt, at Arnfinn á Birtuni ikki var við, tí hann føldi, at Kringvarpið framdi sensur mótvegis honum.
Les eisini: Kennir seg illa viðfarnan av Kringvarpinum
Jón Brian Hvidtfeldt byrjaði við at spyrja leiðararnar í samgonguflokkunum, hví veljarin skuldi velja teirra flokk og ikki ein av hinum báðum. Síðani fingu teir úr andstøðuflokkunum sama tørn (fyrst teir stóru - Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin), síðani teir báðir smærri, og síðani teir báðir nýggju.
(Aksel V. Johannesen, løgmaður, svaraði Bárði og spurdi Jørgen - Mynd: Sverri Egholm)
Eftir hetta var hólmgonga, har hvør floksformaður bjóðaði einum øðrum av/spudi hann inn til eitt einstakt. Jørgen Niclasen spurdi Høgna Hoydal um orð og atburð hjá ávísum tjóðveldisvalevnunum sinastu dagarnar; Høgni spurdi Jørgen um Fólkaflokkurin veruliga fór at rulla alla fiskivinnusnýskipinanina aftur.
(Jenis av Rana - Mynd: Sverri Egholm)
Bárður á Steig Nielsen spurdi Aksel V. Johannesen um Javnaðarflokkurin aftur fór í samgongu við tveimum loysingarflokkum, og Jenis á Rana spurdi Bárð, hvat hansara "hjarta" segði honum í mun til at skipa samgongu. Bárður róði framundir samgonguna frá 2011-2015(A, B og H), ið hann lýsti sum eina fantasiska samgongu. Hjalmar Zachariassen spurdi Poul Michelsen, um Framsókn á nakran hátt var ein liberalur flokkur. Poul og Skorheim fóru eisini í hólmgongu.
(Poul Michelsen - Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var áhugavert, og eftir hetta fingu teir níggju menninir møguleikan at hava eina "sølurøðu", har teir skuldu sannføra veljaran um sín flokk. Kjak var eisini í 20 minuttir; serliga um Samhaldsfasta, pensjónir og sjúkrahúsverkið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Endað varð, sum siður er, við tjóðsanginum. Nú verður bara bíðað eftir, at valhølini lata upp. Tað er um minni enn 12 tímar, og valevnini og flokkarnar hava enn tíð at sannføra veljaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald