Mentan

Jólasangur úr Home alone á føroyskum

Marjun Wolles hevur sungið og givið "Djúpt í Mínum Minni", sum Edmund Williamson hevur týtt, út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-10 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vakri "Somewhere in my memory" hjá John Williams liggur helst væl í minninum hjá fólki, sum hava sæð ein av allarkendastu jólafilmunum nakrantíð - eina ferð ella fleiri ferðir.

Nú er hesin sangurin úr "Home Alone" eisini komin út á føroyskum. Tað er Marjun Wolles, sum hevur givið út. 

Edmund Williamson hevur týtt tekstin í "Somewhere in my memory" til føroyskt.

"Djúpt í Mínum Minni" er fjórði jólasangurin, sum Marjun Wolles hevur givið út. Eiðiskvinnan hevur eisini sungið “Hátt undir himmalsins stjørnum,” “Kvirra um fjøll og fløtur,” og “Tú lítli staður Betlehem.”

Nýggi sangurin er tikin upp í Reykjavík, har Marjun eisini hevur lisið tónleik, og í Runavík. Har hava ávikavist Johann Asmundsson (Stúdíó Paradís) og Hans Poulsen (IntroVers Studio) staðið fyri. Johann er basspælarin úr kenda íslendska jazz-funk bólkinum Mezzoforte.

Nakrir íslendingar spæla eisini undir hjá Marjuni. Kjartan Valdemarsson spælir klavar, og Sigmar Þór Matthíasson spælir kontrabass. Johan Hentze úr Fuglafirði spælir horn.

Hoyr "Djúpt í Mínum Minni" ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder