Í farna mánaði var franski fotografurin ein túr í Føroyum fyri at taka myndir í Havn í sambandi við eina umfatandi foto-verkætlan, hann hevur arbeitt við í fleiri ár.
Verkætlanina kallar hann “Homo Urbanus”, og málið var at taka myndir úr øllum høvuðsstaðunum í Evropa.
Tórshavn var høvuðsstaður nummar 45 og hin seinasti í hansara stóru verkætlan, kallað “Homo Urbanus Europeanus”.
Nú kunnu myndirnar úr Havnini síggjast á netinum. Talan er um 16 myndir. Brotmyndir av Havnini, allar við einum ella fleiri persónum á. Persónarnir kennast ikki aftur, og eru oftast til gongu úr myndini.
Sí myndirnar her
Jean-Marc Caracci hevur sýnt myndir sínar fram í 29 londum higartil. Næstu “Homo Urbanus Europeanus”-framsýning hansara, sum letur upp, verður í suðurfranska býnum Pézenas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald