2020-04-06 13:48
Miljøstyrelsen í Danmark hevur afturkallað hondspritt frá fyritøkuni Nowocoat A/S.
Orsøkin er, at fyritøkan ikki hevur sent nøktandi prógv fyri, at vøran "Hånddesinfektion PR. nr. 4263343" riggar móti bakterium og virusum.
Sambært VP er hetta sprittið eisini selt í Føroyum, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini gjørt vart við hetta.
Miljøstyrelsen hevur sent eitt afturkallingarskriv til allar handlar og innkeyparar, sum innanfyri seinasta árið hava keypt hesa vøru við tí endamáli at selja hana víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald