Á hópfíggingarportalinum hjá føroysku vinnuframaskipanini hevur seinastu tíðina verið møguligt at stuðla spinnarínum Mona í Klaksvík.
Málið er at savna 200.000 krónur, og longu nú eru 140.000 krónur savnaðar. Sostatt eru bara 30 prosent eftir at savna inn áðrenn málið er nátt, nú ein lítil vika er eftir at savna peningin í.
Verkætlanin Spinnaríið Mona er eitt tiltak, ið skal taka hond um føroysku ullina. Hetta merkir í stuttum, at aðalmálið hjá Monu er at spinna og góðskumenna ullina, so hon kann gerst áhugaverd hjá fleiri at brúka. Samstundis bjóðar Mona inn til eitt spennandi og kreativt umhvørvið, har føroyingar og ferðafólk kunnu koma á gátt, at síggja, læra og uppliva eitt grundleggjandi og søguligt handverk.
Eydnast tað at fáa hesa verkætlanina fíggja umvegis hópfígging, verður spinnaríið annað í røðini, tí Breyðvirkið við Fríðu Hansen og Randi Olsen náddi sínum málið á 80.000 krónur fyri nøkrum vikum síðani. Hetta talið er nú vaksið upp á góðar 120.000 krónur, og enn ber til at stuðla tí verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald