Í farnu viku keypti amerikanski ríkmaðurin Elon Musk sosiala miðilin Twitter, og fríggjadagin fekk uml. helvtin av starvsfólkunum boð um, at tey vóru uppsøgd.
Talan er um 3.700 starvsfólk, upplýsir trygdarstjórin á Twitter, Yoel Roth.
Í farnu viku koyrdi Elon Musk eisini leiðsluna á Twitter frá og setti seg sjálvan sum stjóra. Nýggi stjórin á Twitter upplýsir, sambært DR, at øll tey uppsøgdu starvsfólkini hava fingið tilboð um uppsagnarløn í tríggjar mánaðir.
Miðilin Politico skrivar, at millum tey, sum eru uppsøgd, vóru starvsfólk, sum tóku sær av eftirliti av innihaldi, sum verður lagt út á sosiala miðilin, og fólk, sum tóku sær av at vátta samleikan hjá politikarum, sum stovna ein brúkara á Twitter.
Les eisini: Elon Musk er nú stjóri á Twitter
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald