
Í síðstu viku var ein lítil hátíðarløta á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at Hóraldur Joensen gevst at arbeiða á Setrinum, nú hann er vorðin 67 ára gamal, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.
Hóraldur er útbúgvin kemikari og byrjaði at arbeiða á Náttúruvísindadeildini í 2008. Hesi 14 árini, sum hann hevur starvast sum lektari á Setrinum, hevur hann undirvíst í evnafrøði, og hevur hann eisini havt ábyrgdina av fakunum "Aling" og "Fróðskaparhegni".
Árini 2007 til september 2017 var Hóraldur útbúgvingarleiðari fyri lívfrøðisútbúgvingini á Setrinum. Áðrenn Hóraldur varð settur í starv á Náttúruvísindadeildini, var hann leiðari fyri granskingarkjarnanum fyri biotøkni, sum seinastu árini helt til á Náttúruvísindadeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald