Í dag, mánadagin 23. oktober, verður hornorkestur Frelsunarhersins 90 ár, og tað verður hátíðarhildið sunnudagin klokkan 18 í Sali Frelsunarhersins, tá hátíðarmøti verður, skrivar hornorkestrið í tíðindaskrivi.
– Hornorkestrið fer at spæla nakrar marsjir og tónleikastykkjir. Eisini verða sungnir narkrir av teimum góðu gomlu stríðssangunum. Finngerð Djurhuus Olsen, fyrrverandi muskikkmeistari og núverðandi varamusikkmeistari, fer at hugleiða um hornorkestrið upp í gjøgnum árini. Korpsleiðarin Astrid Hansen fer at deila eitt andaktsorð, og eftir samkomuna verðu Kaffi og lagkøka.
– Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum og tað hevði glett okkum ómetaliga at sæð so mong sum gjørligt til føðingardagshaldið, skrivar hornorkestrið í Frelsunarherinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald