Innanlands

Hósdagin verður greitt hvussu samfelagið letur upp aftur

Løgmaður hevur tíðindafund klokkan 10 hósdagin

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-28 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin klokkan 10 greiðir løgmaður frá hvussu Føroyar letur upp aftur eftir at samfelagið fór niður í ferð í mars mánað.

Tað visti Dagur og vika í kvøld.

Løgmaður segði við Dag og viku, at hann í morgin fer at tosa við formenninar í flokkunum á tingi, um hvørjar ætlanir landsstýrið hevur.

Fótbólturin fer á rull 9. mai, meðan dagstovnar og yngru flokkarnir eru farnir í gongd aftur, men enn er ikki loyvt at savnast fleiri enn 10 fólk. Eisini verður enn mælt til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22. Og at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu.

Øll tilmælini síggjast á corona.fo her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder