Tann 1. juli letur Hotel Brandan dyrnar upp og fer at taka ímóti gestum.
- Vit eru sera spent at sleppa at veita okkara gestum bestu tænastu, og vit fegnast um bókingarnar, sum nú koma inn, sigur Pætur Trónd Thomsen, hotellstjóri.
Á hotellinum vóru tey annars til reiðar at taka ímóti mongum gestum tann 1. mai, men tað varð útsett, tí koronasmittan bar við sær, at byggiarbeiðið varð seinkað, og ferðafólk í hópatali avlýstu ferðina til Føroya.
(Mynd: Hotel Brandan)
Hotel Brandan er eitt grønt fýrastjørnað hotel á Oknarvegnum í Havn við 124 kømurum, fýra fundarhølum, matstovu, venjingarhøli, sauna og heitum pottum.
Hotel Brandan hevur hópin av tilboðum til bæði føroyingar og útlendingar - eisini til teirra, sum ikki skulu gista har. Á hotellinum er ein kafé, sum hevur opið hvønn dag fyri øllum, og hvørt leygarkvøld frá 11. juli verður eisini skipað fyri grillkvøldi á hotellinum, sum bæði gistandi á hotellinum og onnur kunnu bíleggja. Grilløkið er ein sosialur miðdepil á hotellinum, har sjógæti, kjøt og grønmeti verður lagt á grilluna.
27. juni verður Hotel Brandan alment tikið í nýtslu, og tá eru øll vælkomin framvið at síggja hotellið og til ein drekkamunn. Tiltakið verður lýst seinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald