Innanlands

Hotel Vágar skal hýsa teimum avbyrgdu

Á Hotel Vágum fáa tey avbyrgdu hvør sítt kamar, ið hevur teir hentleikar, sum heilsumyndugleikarnir halda eru neyðturviligir

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2020-03-05 11:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsumyndugleikarnir og Hotel Vágar hava gjørt avtalu um, at Hotel Vágar skal hýsa teimum borgararum, sum landslæknin velir at avbyrgja í sambandi við, at Corona virus er staðfest í Føroyum. Endamálið við at avbyrgja borgarar er at byrgja fyri, at fleiri borgarar verða smittaðir.

Á Hotel Vágum fáa tey avbyrgdu hvør sítt kamar, ið hevur teir hentleikar, sum heilsumyndugleikarnir halda eru neyðturviligir.

Á Hotel Vágum eru 25 kømur.

Les eisni: Corona: 14 fólk eru avbyrgd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder