Innanlands

Hótti mann eftir lívinum og spýtti eftir løgregluni

Ein maður varð handtikin á Skála um middagsleitið í gjár, og skal hann fyri rættin seinni í dag

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-04-11 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan eitt seinnapartin í gjár varð ein maður handtikin á Skála.

Maðurin hevði, yvirfyri einum øðrum persóni, hótt ein triðja persón eftir lívinum, og tí kom løgreglan uppí. Tá løgeglan kom á staðið, spýtti maðurin eftir løgreglufólkunum.

Maðurin varð handtikin og koyrdur á politistøðina, har hann situr enn. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at maðurin skal grundlógaravhoyrast seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder