Innanlands

Hóttir samgonguna: - So be it

- Um tað ikki kann vera pláss fyri mær í samgonguni við tí meiningini, so be it, segði Johan Dahl í tinginum seinnapartin

Johan Dahl (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Johan Dahl (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-17 19:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin var fyrsta viðgerð av uppskoti frá umboðum úr Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn um at javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening.

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, gjørdi greitt, at um samgongan ikki kemur við einum uppskoti um hetta, verður hann noyddur til at taka undir við andstøðuppskotinum.

- Eg havi vónað tað, at samgongan - hóast vit eru ymisk á máli í hesum málinum - kunnu tryggja tað, at vit fáa eina barsilsskipan sum er fyri øll, samkynd eisini, og tað vóni eg eisini, at samgongan kann koma á borðið við meðan hetta málið liggur í tinginum. So man sum samgongulimur ikki verður tvingaður at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni, segði hann.

- Tað sum vit eru við at gera í hesari samgonguni, við Miðfloksins hjálp, er at diskriminera ein heilan bólk av menniskjum, sum gjarna vilja fungera eins væl sum tú og eg sum foreldur vilja fungera. Tað haldi eg haldi eg snøgt sagt ikki er í lagi.

- Um tað ikki kann vea pláss fyri mær í samgonguni við tí meiningini, “so be it”, “so be it….”, segði Johan Dahl.

Setur seg sjálvan fram um øll hini

Hetta undraði Bill Justinussen, tingmann fyri Miðflokkin, sum vildi vera við, at Johan Dahl við hesum tók sær ein rætt fram um onnur.

- Treytirnar at vera í samgongu er at man noktar sær sjálvum at taka undir við uppskotum frá andstøðuni, sum sum oftast eru bæði átulig og góð. Bara í hesum valskeiðinum hava vit í Miðflokkinum sagt nei til fleiri uppskot frá andstøðuni, sum um vit av hjarta kundu tikið undir við. Men vit hava eina samgonguavtalu, sum sigur, at um samgongan ikki er samd, so taka vit ikki undir við tí, segði Bill Justinussen.

- Tí undrar tað meg stórliga, at Johan Dahl sigur, at hann tekur undir við einum andstøðuppskotinum. Tí tað er ein rættur, sum hann tiltuskar sær fram um øll okkum onnur í samgonguni, og sum eingin annar í samgonguni kann tiltuska sær. Eg skilji ikki at hann setur seg sjálvan fram um øll hini í samgonguni.

Uppskotið er farið í Vinnunevndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder