
Frá avlopi á fimm og eina hálva milliión í 2019 til hall á beint yvir 17 og eina hálva millióni í 2020. Hetta er veruleikin hjá Vága floghavn.
Tað skrivar Kringvarpið í dag.
Samtakið er rakt av koronustøðuni, og í leiðslufrágreiðingini verður gjørt greitt, at eitt lutfalsliga stórt hall eisini er í væntu fyri hetta árið, tí at umstøðurnar hjá flogferðsluni helst vánaligar stóran part av árinum.
Tað framgongur í leiðslufrágráðingini, ið KVF vísur til, at sum heild eru vónirnar hjá Regini Jakobsen og hinum í samtakinum fyri føroysku ferðavinnuna sum heild einki serligar.
Hóast hetta eru glottar at hóma, og hildið verður fram við at fyrireika útbygging á flogvøllinum.
Les eisini: Atlantic Airways og Vága floghavn hava nú fingið pening úrlandskassanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald