(Tekstur: Snorri Brend / folkakirkjan.fo)
Áðrenn vit byrjaðu at rinda kirkjuskatt, mátti ein keypa sær pláss í kirkjuni, eins og var talan um eitt tiltak við avmarkaðari atgongd. Soleiðis var eisini í Havnar kirkju, tí har skuldi peningur fáast til at halda kirkjuna viðlíka og gjalda fyri ljós og hita. - Omma og abbi vóru nýgift og høvdu júst bygt sær hús. Tí høvdu tey bara ráð at keypa sær tveir sessir, sigur einnevnda Effie Campbell í hesi samrøðuni.
Kirkjufólk: - Fyri meg hevur Havnar kirkja altíð verið staðið, har eg og familjan leitaðu okkum til gudstænastur.
- Ja, eg havi í roynd og veru gingið í kirkju, frá tí at eg var so lítil, at eg dugdi at stetla.
Orðini eigur 81 ára gamla Effie Campbell, sum hevur greitt frá, hvussu kirkjan – og serliga Havnar kirkja – hava havt sín stóra týdning í hennara lívi.
Í hesum seinasta partinum greiðir hon frá tíðini, tá hon skuldi konfirmerast, og ikki minst, hvussu tað var at hava sítt serstaka navn, sum eingin onnur kvinna hevur í Føroyum.
Frá barnaárum sínum var hond leidd í kirkju, saman við mammu síni – og altíð á sama sessi.
Effie Campbell greiðir soleiðis frá:
- Tá ið mamma og eg vóru í kirkju, sótu vit fjórðaftast vinstrumegin. Hetta komst av, at mamma einaferð var svímað, tá ið hon sat har inni saman við foreldrunum. Tað var ofta so kvalið.
- Og henda sessin havi eg enn, slær hon fast.
Gjalda at koma í kirkju
Nógv er at tosa um, tá ein hevur verið knýttur at kirkjuni eitt langt lít. Eitt av tí heldur serstaka, sum Effie minnist aftur á, var nakað av tí, sum omma hennara, Elsa Rubeksen, sum var ættað úr Streymnesi, segði henni.
Omman greiddi frá, at fyrr mátti tú keypa tær sess í kirkjuni. Hetta komst av, at eingin kirkjuskattur var, og skuldi peningur fáast til at halda kirkjuna við líka og gjalda fyri ljós og hita, varð skattur lagdur á. Soleiðis var tá, men nú fer tað yvir kirkjuskattin.
- Omma og abbi vóru nýgift og høvdu júst bygt sær hús, so tey høvdu bara ráð at keypa tveir sessir, greiðir Effie víðari frá.
Og hon heldur fram í áhugaverdu frágreiðing síni:
- Einaferð, tá ið tey tóku elstu dóttrina við sær í Havnar kirkju, og settu hana niður á beinkin undir liðini á sær, kom ein kona inn í beinkin og rendi Helmu upp. Tað vísti seg, at hon hevði keypt júst tann sessin.
- Hetta helt eg vera løgið, at tú skuldi gjalda fyri at koma í Guds hús og bleiv rend upp aftur, um tú ikki átti tann sessin.
- Men soleiðis var tað tá, vísir hon á.
Klokkuringing boðar frá eldi
Omma Effie greiddi víðari frá, at fór kirkjuklokkan at ringja á nátt, skuldu øll vaksin havnarfólk kvika sær upp og taka hvør sína spann og renna út, tí tá var eldur í onkrastaðni.
Einaferð tá ið Mia, yngsta systir ommu, var í Havn og ferðaðist, kom eldur í eini hús uppi á Gripsvegnum. Báðar systrarnar lupu upp og runnu yvir til ta opnu Havnará og stillaðu seg í eitt rað.
Tann niðasti fylti sína spann í ánni og handaði hana til tann næsta, og soleiðis gekk spannin hond úr hond við miklari ferð, til hon endaði uppi við tey brennandi húsini. Men tá var nógv vatn skvølpað úr henni, og sum oftast brendu húsini niður í grund.
- Hinvegin royndu fólk at hjálpa, so frægt sum tey kundu.
Eitt løgið navn
81 ára gamla Effie er doypt í Havnar kirkju, og kom at eita eftir ommu og abba hennara í Skotlandi. Omman doyði, tá ið pápin var 16 ár. Navnið bleiv: Euphemia Joan Campbell.
Í Skotlandi eitur tú ofta eitt langt navn, men tað navnið stendur bara í dópsbrævinum og passinum. Til dagligt verður navnið stytt til Effie.
Men, vísir hon á: Tey hava eisini itið Euphemia í Føroyum afturi í 17. øld. Í Føroyum verður tað stytt til Femja, og so er vert at nevna, at 16. september (tað er: í morgin, leygardagin) eitur í álmanakkanum Euphemia.
Skoytast kann uppí, at sambært Hagstovuni finst bert tann eina kvinnan(!) her á landi, ið ber navnið Effie ella Euphemia, meðan tríggjar kvinnur eita soleiðis í Danmark. Hinvegin bera 22 føroyskar kvinnur navnið Femja.
Abbi Effie æt John, harav navnið Joan. Allir faddrar hennara vóru føroyingar eftir ynski frá mammu. Men so kom tíðin, tá hon skuldi skriva seg inn til konfirmatiónina hjá Axel Tórgarð, presti.
Og hetta var ikki bara sum at siga tað, tí Effie var ógvuliga fjálturstungin.
- Ja, tað kom alt av hesum løgna navninum hjá mær, tí eingin visti, at eg ikki æt Effie.
Tórgarð man helst hava sæð hetta á henni, og hann læt tí sum einki. Hetta var hon ógvuliga takksom fyri:
- Tá ið tú ert ungur, so vilt tú ikki líkjast burturúr. Tú vilt vera sum øll hini.
Eingin hoyrdi navnið
So kom komfirmatiónsdagurin í Havnar kirkju, og øll vóru spent – eisini Effie.
- Tórgarð kom tá út í forkirkjuna, og segði við mammu: ”Framman fyri altarinum verði eg noyddur at siga Euphemia við hana.”
- ”Ja, sjálvandi,” segði mamma.
Effie var ørg inn á hana, tí hon ikki bakkaði seg, dóttur sína, upp. Men tað gekk fínt.
- Øll høvdu nóg mikið við seg sjálvan, og eingin legði merki til, at hann segði eitt annað navn við meg, sigur Effie brosandi, og leggur aftrat:
- Sjálv hevði eg bara hugsað um, at nú, altso nú fór hann at siga hetta navnið. So eg fekk als ikki við, hvat fyri skriftstað hann gav mær framman fyri altarinum.
Okkurt sigur tú
Aftaná gudstænastuna mátti Effie spyrja mammuna um skriftstaðið, men hon mintist tað heldur ikki.
Mamman segði, at Effie skuldi fáa eitt Nýggja Testamenti, og har fór hetta skriftstaðið at standa. Men so løgið tað ljóðar, fekk eingin nakað Nýggja Testamenti hetta árið.
So segði mamma: ”Eg skal geva tær eitt skriftstað.”
- ”Nei, tað er ikki fyri mark!”
- ”Íðan so hevur tú alt Testamentið við øllum skriftstøðunum.”
- ”Huff, okkurt sigur tú”, svaraði Effie.
Men seinni tók hon sær skriftstaðið, sum hjúnafelagi hennara, Jógvan Joensen, sáli hevði fingið til sína konfirmatión.
Á donskum ljóðar skriftstaðið soleiðis: ”Vælt din vej på Herren, stol på ham, så griber han ind.” Á føroyskum ljóðar tað soleiðis í týðingini hjá K. O. Viderø: Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna
- Hetta er úr Sálmi 37,5, - og er eitt deiligt skriftstað, endar Effie Campbell frásøgn sína.
- - -
Hetta er seinni partur av áhugaverdari frásøgn hjá Effie Campbell um ymisk viðurskifti í og kring Havnar kirkju. Fyrru frásøgnina kanst tú lesa við at trýsta her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald