Innanlands

Høvdu neyðbluss við sær á Tórsvøll

Í gjár fingu fýra persónar bót fyri brot á lógina um fýrverk í sambandi við finaludystin milum HB og B36

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-03 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð finalan um Løgmanssteypið leikt á Tórsvølli, og í hesum sambandi hevur løgreglan skrivað fimm bøtur.

Fýra persónar eru skuldsettir fyri brot á lógina um fýrverk. Teir høvdu tikið neyðbluss við sær á Tórsvøll, og tað er ikki loyvt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hvussu stór bótin er, veit vaktleiðarin ikki at siga.

Ein fimti persónur fekk eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri at vera ólátaður.

Umframt steypafinaluna hava eisini fleiri onnur tiltøk verið, og hava nógv fólk verið í býnum. Men tó hevur náttarlívið verið óvanliga friðarligt fyri eitt leygarkvøld, verður sagt av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder