Løgreglan hevur verið til staðar í Gøtu í sambandi við G! festivalin, sum er hetta vikuskiftið, og eftir umstøðunum hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í sambandi við festivalin vórðu tveir persónar tiknir við rúsevnum uppiá sær.
Teir tyktust ávirkaðir av rúsevnum, og tá løgreglan kannaði teir nærri, varð ein lítil nøgd av rúsevnum funnin. Hald varð lagt á rúsevnini, og teir báðir fáa eina bót, sigur vaktleiðarin.
Nógv ferðsla hevur eisini verið í økinum í sambandi við festivalin, og nú tað er vorðið myrkt um næturnar, heitir løgreglan á festivalgestir, sum ganga millum bygdirnar í økinum um at minnast til endurskin.
Løgreglan hevur eisini gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna omanfyri Syðrugøtu seinasta samdøgrið. Eini 100 bilar vórðu steðgaðir, men hjá teimum var alt, sum tað átti at vera. Tó var eitt lítið ferðsluóhapp seint seinnapartin í gjár, har ein bilur rendi á ein annan, men talan var ikki um nakað álvarsligt, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald