Í tíðarskeiðnum 1. apríl 2019 – 1. apríl 2020, er fólkatalið vaksið við 856 fólkum, og av teimum eru 435 í høvuðsstaðarøkinum, skrivar Hagstovan.
Sostatt fer høvuðsstaðarøkið við meira enn helvtini av fólkavøkstrinum – 51 prosent, hóast bert 39 prosent av øllum fólkinum í Føroyum búgva har.
Í mun til fólkatalið er talan um ein vøkstur á 2,2 prosent.
Um alt landið er tað serliga høvuðsstaðurin, Eysturoyggin og Vágar, sum fara við størsta fólkavøkstrinum bæði tá talan er um lutfalsligan vøkstur og talið á fólkum.
Les eisini: Størsti vøksturin var í høvuðsstaðarøkinum
Í Eysturoynni búgva 23 prosent av fólkinum í Føroyum, og vøksturin har svarar til 24 prosent av samlaða fólkavøkstirnum. Í Norðoyggjum búgva 12 prosent av fólkium, og og har svarar fólkavøksturin til 10 prosent av samlaða vøkstrinum fyri alt landið.
Í Vágum búgva stívliga 6 prosent av fólkinum, men vøksturin har svarar til 8 prosent av samlaða vøkstrinum. Í Suðuroynni búgva 9 prosent av fólkinum, men fólkavøksturin har svarar bert til gott 1 prosent av samlaða vøkstrinum.
Tórshavnar og Runavíkar kommuna hava størsta vøksturin
Tá hugt verður eftir einstøku kommununum, er størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu og Runavíkar kommunu.
Vøksturin í Tórshavnar kommunu er 459 fólk (2,1 prosent), og vøksturin í Runavíkar kommunu er 98 fólk (2,4 prosent). Fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er vaksið við 84 (1,6 prosent).
Vøksturin í Sørvágs kommunu er lutfalsliga størri (3,8 prosent), hóast talið á fólkum er nakað minni.
Í Eysturoynni er lutsfalsliga størsti vøksturin í Eiðis kommunu (3,2 prosent), og í Norðoyggjum er tað Kunoyar kommuna (5,4 prosent).
Í Skopunar kommunu og Viðareiðis kommunu er talan tó um eina minking. Í Skopun er talið minkað 2,3 prosent, og í Viðareiði 3,1.
Í Suðuroynni er vøkstur í Tvøroyar kommunu men minking í Hovs kommunu.
Minking í Koltri og Hesti
Tá hugt verðu eftir útoyggjum, er Hestoy minkað 5,3 prosent, og í Koltri býr eingin longur, og sostatt er fólkatalið har sambært yvirlitinum minkað 100 prosent.
Í Nólsoynni er talið vaksið 3,6 prosent, og Í Kalsoynni 1,4. Í Svínoy er vøksturin 10,7 prosent, í Mykinesi 14,3 prosent. Í Skúvoy og Stóra Dímun er eingin broyting.
Av stóru oyggjunum er størsti vøksturin í Streymoy og Eysturoy, men lutfalsliga er vøksturin størri í Vágum.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald