Mentan

Høvundurin handan "Fire and Fury" millum ríkastu rithøvundar í 2018

Michael Wolff er nr. 7 á listanum hjá Forbes yvir rithøvundar, sum hava vunnið sær mest pening seinasta árið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-12 21:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú árið nærkast endanum, hevur Forbes.com almannakunngjørt ein lista yvir, hvørjir rithøvundar hava vunnið sær flest pengar seinasta árið.

Við á listanum hesuferð er Michael Wolff, sum skrivaði kendu bókina "Fire and Fury" um fyrsta árið hjá Donald Trump í Hvítu Húsunum.

Sakførarin hjá Trump royndi at forða fyri, at bókin varð givin út, og Trump vísti eisini sína misnøgd á Twitter.

"Michael Wolff er ein stórur tapari, sum hevur funnið uppá søgur fyri at selja eina rættiliga keðiliga og ósanna bók," skrivaði hann í dagføring á Twitter.

Hetta elvdi tó bert til, at útgávan av bókina varð framskundað, og fyrstu 3 vikurnar, vórðu 1,7 milliónir eintøk seld, og bara í USA eru fleiri enn 1 millión innbundin eintøk seld seinasta árið.

Frá 1. juni 2017 til 1. juni 2018, forvann Michael Wolff uml. 13 milliónir dollarar (uml. 85 milliónir krónur), og hetta hevur givið honum eitt 7. pláss á listanum hjá Forbes. Michael Wolff er tann einasti á listanum, sum skrivar fakbøkur, og tann einasti, sum ikki hevur verið á listanum áður.

Á 1. plássi er rithøvundurin James Patterson, sum er aktuellur við krimibókini "The President is Missing", sum hann hevur skrivað saman við fyrrverandi forsetanum Bill Clinton. James Patterson forvann sær 86 milliónir dollarar (uml. 564 milliónir krónur). Hetta er 10. ferð hann hevur ligið ovast á listanum seinastu 20 árini.

Á 2. plássi er J. K. Rowling, rithøvundurin handan Harry Potter-bøkurnar. Seinasta árið hevur hon forvunnið sær 54 milliónir dollarar (uml. 354 milliónir krónur). Í fjør var Rowling ovast á listanum.

Les eisini: Harry Potter-rithøvundur forvinnur næstan tvær mió. um dagin

Á 3. plássi er amerikanski krimihøvundurin Stephen King, sum forvann sær 27 milliónir dollarar (uml. 177 milliónir krónur). Stephen King er kendur fyri bøkur sum "The Shining", "It", og "Carrie".

Allur listin hjá Forbes sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder