Mentan

Hoyr grandprix lagið hjá Janusi Wiberg

"I Need Your Love" er lagið sum Janus Wiberg Mortensen fer at royna seg við í danska Melodi Grand Prix

2024-01-25 09:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun er kunngjørt hvørjir átta luttakarar vera í danska Melodi Grand Prix, og sum vit skrivaðu í gjár, er Janus Wiberg Mortensen millum teirra.

32 ára gamli sangarin fer at framføra lagið "I Need Your Love", sum Janus Wiberg, Nick Tsang, Søren Balsner, Símun Dam, Danny Baldurson og Hans Marius Weihe Ziska hava skrivað.

Søren Balsner er kendur úr Carpark North, og bretski Nick Tsang hevur áður arbeitt við heimskenda Lewis Capaldi.

Danska Melodi Grand Prix verður leygardagin 17. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder