2020-10-31 11:25

Nakað av vindi hevur verið seinastu tíðina, og løgreglan minnir í hesum sambandi valevni til kommunuvalið á at tryggja sær, at valplakatirnar eru væl festar.
Í gjárkvøldið fóru nakrar valplakatir í vindinum í Hoyvík. Ein plakat feyk m.a. inn í eitt vindeyga, men rúturin brotnaði tó ikki av hesum.
– Tað er umráðandi at festa plakatirnar væl, nú boðað verður frá vindi aftur í dag, verður sagt av politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald