Uttanlands

Huawei hóttir við at rýma úr vesturlondum

Fleiri lond hava sett forboð fyri at Huawei byggir teirra 5G netverk

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-23 11:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Huawei vil ikki verða har, sum man ikki er vælkomin. Í eini talu í toppfundi í Davos, segði formaðurin í kinesiska telerisanum, Liang Hua, at fyritøkan umhugsar at flyta sítt virksemi úr vesturlondum og til lond, har fyritøkan er vælkomin, og har vilji er til at samstarva.

Orsøkin til útsøgnina er, at fleiri vesturlendsk lond nokta felagnum fyri at byggja 5G netverk í teirra landi. Eitt nú USA, Stórabretland, Kanada, Avstralia og Týskland hava tosa um teirra ótta fyri tætta samstarvinum millum Huawei og kinesisku stjórnina, skrivar danska TV2.

Eisini Danmark hava politikarar tosa um vanda við at lata Huawei byggja 5G netverki í landinum.

Í Føroyum samstarva bæði Føroya Tele og Hey við Huawei.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder