Huawei vil heldur stongja fyritøkuna, enn at gera eftir boðum frá kinesiskum, ella øðrum mynduleikun sigur Noðrulendski stjórin í Huawei, Kenneth Fredriksen í samrøðu við DR.
- Fyri tað fyrsta vildu vit við vissu sagt nei, óansæð um tað eru kinesiskir ella aðrir myndugleikar, sigur Kenneth Fredriksen.
- Vit kunnu als ikki fara inn og gera tílíka broytingar í einum netið. Og Vit koma aldrin at gera tað eftir boðum frá nøkrum myndugleikum.
Stjórin vísir aftur atfinningarnar frá amerikansku sendikvinnuni í Danmark Carla Sands, ið ávaraði Føroyingar ímóti at nýta Huawei, tí teir kundu njósnast og í ringasta føri sløkkja 5G netið um tað komu boð frá kinesisku stjórnini um at gera tað.
-Hetta er jú skeivt. Hvussu kunnu vit sum útgerðsveitari kunna gera tað? Vit hava ikki atgongd til netini. Vit veita útgerð, sum okkara kundar nýta og halda við líka. Tað er ikki vit sum handfara netið hjá okkara kundum sigur Kenneth Fredriksen.
Øll samrøðan við norðurlendska stjóran í Huawei kann síggjast her: https://www.dr.dk/nyheder/penge/huawei-taler-ud-efter-faeroeerne-sag-vi-kan-ikke-spionere-paa-eller-slukke-5g-netvaerk#!/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald