![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ragnar Axelsson eitur ein dugnaligur íslendskur fotografur, vanliga bara nevndur RAX, sum í eitt mannamynni var myndamaður fyri Morgunblaðið.
Hann eigur sjáldsamar gávur at fanga góðar støður á mynd, og hann eigur eisini sjáldsamar gávur at fortelja innlivandi um myndir sínar. Hetta kann millum annað síggjast í táttinum RAX Augnablik á miðlinum visir.is
Ragnar hevur tikið fleiri myndir í Føroyum, og sunnudagin var møguleiki at uppliva eina røð av myndum, sum hann tók á eini ferð úti í Fugloy í 1988, serliga í Hattarvík, har hann gisti hjá Árna og Mariannu Dahl.
Myndirnar og søgurnar úr Fugloy kunnu upplivast á filminum herundir:
Fann smádrongin aftur
Ragnar Axelsson hevur eisini eina vakra søgu um eina mynd hann tók í Elduvík í 1997 av hjúnunum Poul Johannes og Fridu M. Reyná og nýfødda soni teirra, Petur Meinar.
Í filminum herundir greiðir Ragnar Axelsson um hvussu hann fór at forvitnast um hvat hendi við dronginum, at hann vildi sleppa at avmynda hann aftur á sama stað.
Hann ringdi til onkran í Elduvík. Tosaði við ein mann, sum kundi siga, at hann er pápi at dronginum. At tað nú vóru fimm børn í Elduvík, og hann átti tey øll.
Sí filmin úr Elduvík her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald