
Hugnakvøld verður í kvøld í Løkshøll, nú tað ber til hjá eldri fólki at sleppa út aftur millum fólk. Tiltakið eitur “Ímeðan nullið er”, og sipar til at at kalla eingin er smittaður við korona í Føroyum í løtuni.
Tað er Eldrafelagið Nón sum skipar fyri, og nógv spennandi er á skránni.
Eitt nú framførslur við Svein í Prestgarði, Gerhard og sonurin, kvinnukórið Suð og felagssangur. Pál Weihe verður serligur gestur, og fer at siga frá ymiskum stuttligum, ið hann hevur upplivað meðan farsóttin hevur herjað.
Sámal Petur í Grund verður at leiða hugnakvøldið.
Atgongumerki kann keypast á heimasíðuni hjá loksholl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald