2022-09-12 23:35
Í góðveðrinum fríggjadagin vóru vestmenningar í Teistansskor eftir seyði. 12 mans vóru við hesaferð, nú teir eru í skorunum nakað fyrr enn onnur ár.
Teir tóku 22 seyðir, harav tríggjar veðrar við sær meðan nakrir tjúgu vórðu royttir og fingu heilivág, og sleppa at ganga til næsta ár.
Skorarnar hjá vestmenningum eru norðanfyri Vestmanna og eita Teistansskor, Seyðaskor og Góðmansskor.
Magnus í Niðristovu Durhuus var við í Teistansskor og tók hugtakandi myndir, sum jn.fo hevur. Sí myndarøð her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald