Innanlands

Húsarhald rindaðu 4,06 prosent í miðal í rentu í august

Rentan er hækkað 1,39 prosentstig hetta seinasta árið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-24 11:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í august var rentan, sum føroysk húsarhald hava goldið á sínum sethúsalánum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum húsarhald í miðal 4,06 prosent, upplýsir Landsbanki Føroya.

Í august 2022 var miðalrentan 2,67 prosent á bústaðarlánunum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, og í august 2023 var  miðalrentan 4,06 prosent; hon er sostatt økt 1,39 prosentstig hetta tíðarskeiðið.

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar munandi tað seinasta árið; tær eru øktar við góðum 130 milliónum krónum í tíðarskeiðinum september 2022 til august 2023 í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tað svarar til ein ein vøkstur á 45 prosent í mun til tað, sum goldið varð í rentum av bústaðarlánum árið frammanundan.

Tó fáa nógv húsarhald rentustuðul og merkja ikki fulla virknaðin av øktu rentuútreiðslunum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder