2023-06-17 13:41
Í 1905 setti norsk-skotska fyritøkan Christian Salvesen & Co. í Leith í Skotlandi upp hvalastøðina við Áir.
Í dag er hvalastøðin við Áir serligur ídnaðararvur. Verkætlanin at varðveita hvalastøðina hevur verið í gongd síðan 2011. Handverkarar arbeiða á støðini, men kortini er gongt millum húsini. Tað slepst inn í flestu teirra, í Tørkuni, Kvernuni, Pressuni, Spikkókaríinum, Kristnastovu, Ketilshúsinum, Ebenezer og í Smiðjuni.
Hvalastøðin letur upp leygardagin 17. juni og er opin hvønn leygar-og sunnudag til og við 13. august.
Rundvísing verður 3 ferðir um dagin, klokkan 11, 13 og 15.
Tjóðsavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald