Mánadagin boðaði Landsverk frá, at 19. desember 2024 verður stóra dagfestingin fyri fólk, sum búgva í Árnafirði og longur norðuri: Tey sum óteljandi ferðir seinastu mongu árini hava koyrt gjøgnum ótíðarhóskandi tunlar.
Sí eisini: Nýggju tunlarnar norður um Fjall lata upp 19. desember
"Tunlar norð um Fjall" hava fylt nógv, og eftir nógv ár við bíðitíð, fyrireiking og arbeiði er nú næstan klárt at koyra ígjøgnum nýggju tunlarnar.
Har er ikki so stórur munur á longdini. Tann fyrri, um man kemur úr Klaksvík og skal norðureftir, er næstan tveir kilometrar: Nýggi Árnafjarðartunnilin er 1.965 metrar.
Um man skal víðari norðureftir - ella um man kemur úr Norðdepli ella bygdunum har um leiðir - er hitt nýggja strekkið nakað longri at koyra. Nýggi Hvannasundstunnilin er sambært Landsverki 2,2 kilometrar langur.
Umframt hetta eru nýggjar vegir í Ánunum, Árnafirði og omanfyri Norðtoftir móti Norðdepli/Hvannasundi á tilsimans 1,8 kilometrar.
Stóra hátíðarhaldið byrjar hósdagin 19. desember klokkan 13:30 við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin - sum Landsverk skýrir tað. Tá snórurin er kliptur umleið klokkan 14.10, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, skrivar Landsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald