The Lion King 2019 (2,5/5 P)
Disney
Disney er í síðstuni farin at endurskapa eina rúgvu av sínum gomlu filmum, eitt nú bæði Dumbo og Aladdin. Seinast í røðini er nógv umrøddi filmurin, The Lion King, sum hevur nógv at liva upp til.
Útgávan frá 1994 er nevniliga tann Disney teknifilmurin, sum hevur forvunnið mest pening. 2019 endurskapanin hevur eisini sera góða móttøku higartil, og er tann Disney endurskapanin, sum hevur forvunnið mest pening tað vikuskiftið hon var sýnd fyrsti ferð.
Ein meira veruleikakend útgáva
Tað eru helst øll tey nostalgisku “vaksinbørnini”, sum hava verið í biografi og sæð hann. Filmurin kann bara verða skuffandi, tí tey flestu vilja hava akkurát tað sama sum tey fingu seinast, og tað kann vera torført at liva upp til barndómsminnini. Hetta ger The Lion King tó rættiliga væl, og søgugongdin er júst sum teknifilmsútgávan. Ein av fáu mununum er animatiónin, sum er sera veruleikakend, og ikki Disney lík.
Disney hevur eitt eyðkenni í sínum serkenda hátti ateknu eygu, sum tey enntá hava einkarætt til. Hetta er tó ikki við í nýggja filminum. Tað ger, at leyvurnar missa síni sereyðkenni, og persónligheitin kemur ikki so væl fram – tey verða ikki persónifiserað. Hetta er tó tað einasta neiliga man kann siga um animatiónina, tí hon er sera vøkur. Man megnar næstan ikki at njóta tað man sær, tí at man gleðir seg so nógv til tað næsta.
Hví yvirhøvur royna?
Tíanverri verður man ofta ovfarin á ein neiligan hátt, tí nógvar av teimum ikonisku løtunum eru burtur. Her er t.d eingin fílakirkjugarður og eingin Mufasa uppi í skýnum. Eisini er nógv av lærdóminum tikin burtur. Eitt nú tá apan Rafiki sigur: “Oh yes, the past can hurt, but you can either run from it, or learn from it”. Og hví broyta slíkt? Veit Disney ikki av, at fólk vilja bara hava tað tey altíð hava fingið, tá tað kemur til ein slíkan sagnkendan klassikara? Hví yvirhøvur royna?
Stór nøvn og klassiskir Disney sangir
Tá man tosar um Disney, slepst ikki undan sangunum. Og her átti at staðið væl til, tí talan er nevniliga um heimsstjørnur á rað. Bæði Hans Zimmer og Elton John eru komnir aftur at endurskapa sín ikoniska tónleik, og við Beyoncé og Pharell Williams skuldi mann trúð, at tað ikki kundi ganga heilt galið. Men tað er har man tekur feil. Nógvir av sangunum rigga rætt og slætt ikki. Serliga vánaligur er sangurin hjá Scar “Be Prepared”, sum mest av øllum minnir um eina talu. Man gerst heilt illa við av at lurta eftir tí, og sangirnir mangla sum heild orku.
Samanumtikið er Lion King 2019 ein heilt fínur filmur. So um tú ikki eigur eitt barn, fær so og læn eitt frá onkrum tú kennir, tí hesin filmurin kann viðmælast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald