Eins og undanfarin ár, kom ein rúgva av føroyskum bókum út í 2023, og staðfestast kann, at føroyingar keypa og lesa føroyskt, sigur bókhandilin Rit og Rák, sum heldur til í Sølumiðstøðini í Havn, nú sølan fyri 2023 er gjørd upp.
Bókin Hvildarheimið hjá Jógvan Isaksen gjørdist mest selda bókin til vaksin. Bókin er um Hannis Martinsson, sum fleiri føroyingar eru komnir at kenna gjøgnum bøkurnar hjá Jógvani ella sjónvarpsrøðina TROM.
Næsta bók á listanum er nýggja bókin hjá Sólrúni Michelsen, sum hevur skrivað skaldsøgu um Sáru Malenu. Sára Malena var løgd undir at duga gand, og var tí happað og útihýst úr samfelagnum.
Triðja bókin á listanum er Lygn eftir Eyðun Klakstein, sum eins og bókin hjá Jógvani Isaksen er ein krimi.
Ein donsk bók er komin á fjórða plássið á føroyska listan í ár, og tað er Kampen om ytringsfriheden. Tað er Heini í SKorini, sum hevur skrivað.
Annars er listin fyri 2023 væl blandaður við skaldsøgum, ævisøgum, siðsøgu og kókibókum
Mest seldu føroysku bøkurnar til vaksin eru hesar:
1. Hvíldarheimið
2. Sára Malena
3. Lygn
4. Kampen om ytringsfriheden
5. Søtt og salt
6. Reyn, kæra Reyn
7. Petur Mohr Dam
8. Góðaráð
9. Robert
10. Føroysk klæðir
Um hugt verður eftir mest seldu føroysku barnabókunum, sær listin soleiðis út:
1. Skúlabyrjan
2. Fantus – fílur og maskinurnar
3. Míni fyrstu orð
4. Bókin um teg
5. Karius og Baktus
6. Mumi – fyrstu 100 orðini
7. Dinosauravinir – skattaveiðan
8. Nissu Njál flytur inn
9. Søgur til dreingir sum tora at vera øðrvísi
10. Djór á bóndagarðinum
Ovast á listanum er Skúlabyrjan, sum eru heftir serliga ætlað børnum sum eru fimm og eldri. Við hesum heftum lærir barnið millum annað heilt grundleggjandi støddfrøði og at skriva tøl og bókstavir. Annars er listin væl blandaður við nýggjum bókum (Nissu Njál flytur inn, Skattaveiðan og Dreingir sum tora at vera øðrvísi) og eldri bókum (Skúlabyrjan, Bókin um teg og Karius og Baktus).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald