Leygardagin vórðu 123 politiskir fangar leyslatnir í Hvítarusslandi, upplýsir amerikanska sendistovan í Litava.
Sambært amerikonsku sendistovuni verður hetta gjørt, eftir at serliga amerikanska sendifólkið John Coale hitti hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukasjenko í Minsk.
USA ætlar sær at halda fram at samráðast við Hvítarussland um at fáa restina av teimum politisku fangunum leyslatnar, skrivar Ritzau.
Ein amerikanskur ríkisborgari er eisini millum fangarnar, sum í gjár vórðu leyslatnir. Ales Bjaljatski, sum í 2022 fekk friðarheiðursløn Nobels, er eisini millum teirra.
63 ára gamli Bjaljatski er stovnari av mannarættindafelagsskapinum Viasna og hevur í nógv ár strídst móti stjórnini hjá Lukasjenko og fyri mannarættindum í Hvítarusslandi.
Hann varð handtikin í 2021 fyri smugling í sambandi við fígging av Viasna og fekk upprunaliga ein tíggju árafongsulsdóm.
Ein annar, sum bleyv leyslatin í gjár, varð fyrrverandi bankamaðurin og forsetavalevnið Viktar Babaryka. Han royndi í 2020 at stilla upp ímóti Lukasjenko men varð í staðin ákærdur fyri mutur og dømdur 14 ára fongsulsrevsing.
Síðan forsetavalið í 2020, sum elvdi til stór mótmæli í landinum, hevur forsetin fingið fongslað tíggjutúsundatals mótmælisfólk og mótstøðufólk.
114 av teimum 123 fangunum vórðu fyrst fluttir til Ukraina, áðrenn teir skulu víðari til annaðhvørt Pólland ella Litava. Hetta sigst at vera ein avgerð, sum Lukasjenko sjálvur hevur tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald