Aftur í ár fer Runavíkar kommuna at heiðra fýra eldsálir í kommununi, og sóknast kommunan tí eftir tilnevningum.
Eldsálirnar verða heiðraðar sunnudagarnar í Advent, har tær fara at tendra ljósini á adventskransinum.
Stásiligi adventskransurin, sum Anette Sonne tilevnar, kemur at standa mitt í býnum millum Føroya Tele og Blákross búðina, skrivar Runavíkar kommuna.
– Kennir tú onkran, sum ger okkurt heilt serligt fyri okkara nærumhvørvi? Onkran, sum altíð er klár, ella klárur, at taka ábyrgd og leggur hjarta og sál í sítt – ofta sjálvbodna - arbeiði? So hevur tú høvi at tilnevna tey til ársins eldsál.
– Øll hava møguleikan at tilnevna eina eldsál. Freistin er 16. november, og tilnevning kann sendast inn umvegis heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald