Síðani í gjár hava tíðindastovur vilja verið við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fór at leggja leiðina til Danmarkar í sambandi við vitjanina í Pólandi tá 80 ár eru liðin síðani seinni heimsbardagi byrjaði.
Les eisini: Trump skal møguliga vitja Danmark
Og í kvøld eru tíðindini váttaði bæði frá Hvítu húsunum og úr forsætismálaráðnum.
Amerikanski forsetin skal hitta Mette Frederiksen, forsætismálaráðharra umframt grønlendska landsstýrisformannin og føroyska løgmannin, stendur í tíðindaskrivinum, sum forsætismálaráðið hevur kunngjørt á Twitter.
USA’s præsident besøger Danmark: Den 2.-3. september 2019 aflægger USA’s præsident Donald J. Trump og førstedame Melania Trump statsbesøg i Danmark.
— Statsministeriet (@Statsmin) July 31, 2019
Under besøget vil statsminister Mette Frederiksen mødes med præsidenten. #dkpol pic.twitter.com/fjRWPxzmcN
Hetta er fjórðu ferð, at ein amerikanskur forseti vitjar í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald