Íslendski leikstjórin Dagur Kári, sum er føddur í Paris í 1973, hevur fyrr gjørt filmarnar ”Nói Albinói” (2003) og ”Virgin Mountain” (2015), sum Filmsfelagið í báðum førum hevur víst.
Nýggjasti filmurin er um tað danskasta av øllum donskum, hugna, ella hygge, sum er heitið. Og filmurin ”Hygge!” er mest sæddi í donskum biografum beint nú, framman fyri ”Bastarden”, sum Filmsfelagið sýndi í farnu viku.
Tað er mikudagin 15. novembur kl 20 at Filmsfeagið sýnir ”Hygge!” í Havnar Bio.
Sjey vinfólk møtast til ein framúr góðan bita í hugnaligu summarhúsunum. Meðan tey enn sita til borðs, semjast tey til stuttleika um eitt spæl, har øll skulu leggja á borðið alt tað, sum er í telefonunum. Loynidómarnir hópa seg upp á rokaða døgurðaborðinum, og skjótt hótta teir tað týdningarmesta av øllum – hugnan. Sum kvøldið líður, tykist glansbílætið hjá teim flestu at skrædna. Kortini royna vinfólkini so leingi til ber at tvíhalda um hugnan og góða lagið í summarhúsunum, har tey sjey eru savnað.
Millum tey leikandi eru Sofie Torp, Joachim Fjeldstrup, Jesper Groth og Nicolai Jørgensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald